2016-03-21 12:25
Um middagin kom Christian í Grótinum á Sørvágsfjørð, teir komu at skifta fólk, tveir mans fóru í land og ein fór umborð.
Christian í Grótinum fer til Íslands at landa svartkjaft, teir hava fulla last - 2.500 tons.
Christian í Grótinum byrjaði fiskiskap í føroyskum sjógvi, men leiðin sunnanfyri bleiv stongd, tí so nógvur smáur svartkjaftur var á leiðini har. Teir fóru so suðureftir og hava ront vestur úr St. Kilda.
Vit tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen, hann segði at vesturi úr St. Kilda var góður svartkjaftur at fáa.
Christian í Grótinum skal landa á Fáskrúðsfirði, teir verða har um middagin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald