Leygarkvøldið hevur Chris Norman sína fyrstu konsert í Føroyum ??? og hann gleðir seg
Chris Norman var sangari í bólkinum Smokie, tá ið teir í 1970???unum fingu gjøgnumbrot og hitt við sangum sum »Living Next Door To Alice«, »Needles and Pins«, »Mexican Girls« og »For A Few Dollars More«. Hetta vóru stórtíðir hjá Smokie, sum eisini hava verið sera nógv spældir her í Føroyum.
Í 1978 fekk Chris Norman risahitt við sanginum »Stumbin??? In«, sum var duett við Suzi Quatro, og miðskeiðis í 1980???unum fór hann at geva tónleik út sum solistur. Síðani hevur Chris Norman verið sera virkin við útgávum, konsertum og sum sangskrivari.
Smokie-sangirnir eru partur av føroysku tilvitskuni, og tað hevur verið sjón fyri søgn, tá ið bólkurin hevur vitjað her. Smokie spældi á Summar Festivalinum í 2008, og tá var sera nógv fólk til konsertina.
Nú kemur Chris Norman, sum var upprunaligi sangarin í Smokie, fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla. Hann hevur egnan bólk við, og hann fer at spæla eitt bland av Smokie-hittum og sangum av soloútgávum.
??? Eg gleði meg at koma til Føroya at spæla. Vit síggjast í Klaksvík, sigur Chris Norman í einari heilsan, hann hevur sent, og sum kann síggjast her:
https://www.youtube.com/watch?v=doosoDp17tI&feature=youtu.be
Chris Norman spælir á Summar Festivalinum leygarkvøldið kl. 21:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald