2015-10-13 01:44
Atgongumerkjasølan til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Týskland er byrjað. Kostnaðurin er einans 80 krónur fyri vaksin og 40 krónur fyri børn.
Julian Brandt, Joshua Kimmich og Maximilian Arnold. Felags fyri hesar tríggjar er, at teir vóru á vøllinum, tá annað umfar av bólkaspælinum í ársins Champions League varð spælt.
Men teir eru eisini týskir U21-landsliðsspælarar, og sannlíkt er, at teir verða ímillum mótstøðumenninar, tá føroyska U21-liðið fer á Tórsvøll í morgin, týsdagin 13. oktober, klokkan 17:30.
Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Týskland kunnu keypast her: Atgongumerkjasøla/U21 Føroyar - Týskland
Kostnaðurin er einans 80 krónur fyri vaksin og 40 krónur fyri børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald