2015-06-27 17:11
ÍSF:Oyggjalekirnir á Jersey verða settir í kvøld kl. 19 á Howard Davis parkini mitt í St. Helier.
Stóra hátíðarhaldið er týðandi partur av leikunum, og setanin hevur fleiri siðbundin innsløg, sum eru føst á hvørjum leikum.
Tá limaoyggjarnar marsjera inn, gongur ein flaggberi fremst við Merkinum saman við einum vatnbera. Badmintonleikarin Brynhild Djurhuus Carlsson kemur at bera Merkið leygarkvøldið, og systurin Rannvá Djurhuus Carlsson fer at bera vatnið.
Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkari frá hvørjari limaoyggj at koyra vatn í eitt felags kar.
Setanin tekur væntandi einar tveir tímar, og eini 5.000 fólk fáa atgongd til parkina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald