Tað er ikki longur nakar ivi um, at Tórsfest 2015 verður ein stór veitsla við heimskendu Pretty Maids og Basshunter, saman við tí besta av tí besta, vit eiga í Føroyum við bólkum sum Týr, Swangah, Frændur og Hjarnar. Eisini Føroya besti poppbólkur, Byrta fer at spæla á Tórsfest leygarkvøldið 25. juli.
Løg sum Norðlýsið, Loyndarmál, Eydnan og Í tínum eygum hava brent seg inn í heilan á flest okkara og eru tráspæld í útvarpsrásunum. Og tær konsertirnar, ið Byrta higartil hevur spælt m.a. á Voxbotn í ár, hava víst, at Byrta er ein bólkur, sum bæði hugsar í tónleiki og framførslu og megnar at fáa allar áhoyrararnar við. Tí verður tað uttan iva ein dansiveitsla av teimum heilt stóru frammanfyri pallin hjá Byrta á Tórsfest.
Tórsfest 2015 verður í Gongugøtuni í Havn og hetta er annað árið á rað, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest. Onnur tónleikanøvn sum fara á pallin verða Sakaris, SIC, Goresquad, Signar & John og onnur.
Forsølan til Tórsfest hevur gingið sera væl. Fyrstu 300 atgongumerkini vórðu seld eftir bert 48 tímum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald