2017-11-24 10:04

Tað er ikki longur nakar ivi um, at Voxbotn 2018 verður stórt. Longu nú er greitt, at Nephew og danski rapparin Gilli verða millum mongu nøvnini, sum fara á pall í Vágsbotni, 30 juni. Og í dag boða fyriskipararnir frá, at poppbólkur Byrta, sum ikki hevur spælt seinastu árini, fer at gera eina afturkomu á Voxbotn 2018.
Byrta, sum nokk mann teljast millum best umtóktu poppbólkarnar í Føroyum, fer nú aftur á pall eftir at bólkurin ikki hevur verið á palli seinastu árini. Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen, sum mynda bólkin, hava roynt seg hvør sær, men nú fara tey so aftur á pall saman sum Byrta á Okkara Voxbotn 2018.
Løg sum Norðlýsið, Loyndarmál, Eydnan og Í tínum eygum hava brent seg inn í heilan á flest okkara og eru tráspæld á útvarpsrásunum. Og tær konsertirnar, ið Byrta higartil hevur havt á Voxbotn, hava víst, at Byrta er ein bólkur, sum bæði hugsar í tónleiki og framførslu og megnar at fáa allar áhoyrararnar við. Tí verður tað uttan iva ein dansiveitsla av teimum heilt stóru, tá Byrta aftur fer á pallin niðri í Vágsbotni.
Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 byrjaði fyri trimum vikum síðani og ongantíð áður hevur gravgangurin eftir atgongumerkjum verið so stórur sum hesaferð. Langt yvir helmingurin av øllum atgongumerkjunum eru longu seld. Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri mánaðar áðrenn Voxbotn byrjaði. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði - bæði útlendsk og føroysk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald