Ítróttur

Byrja á heimavølli ímóti Kekkia

...

2017-04-25 15:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Dystarskráin hjá føroyska kvinnulandsliðnum til komandi HM-undankapping er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin tann 14. september, á heimavølli ímóti Kekkia.

Lutakast um, hvussu spælast skal í HM-undankappingini fyri kvinnur hevur verið í Nyon í Sveis. Og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 5, saman við Slovenia, Kekkia, Ísland og Týsklandi.

Beint eftir at lutakastið var avgreitt, samráddust londini í bólkinum um dystarskránna, og hon er nú klár. Fýra dystir verða í ár, og fýra dystir verða spældir í 2018.

2017

14. september Føroyar ??? Kekkia

18. september Ísland ??? Føroyar

24. oktober Týskland ??? Føroyar

24. november Slovenia ??? Føroyar

2018

10. apríl Føroyar ??? Ísland

7. juni Føroyar ??? Slovenia

12. juni Kekkia ??? Føroyar

4. september Føroyar ??? Týskland

At talan er um ein sterkan bólk, sæst á seinasta strykislistanum hjá FIFA. Har Týskland er nummar 1, Ísland nummar 18, Kekkia nummar 36, Slovenia nummar 57, meðan Føroyar eru á 72. plássi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder