Politikkur

Býráðspolitikkur og landspolitikkur

...

2015-09-16 14:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvar bleiv góða samstarvsstevið av hjá meirilutanum í Klaksvíkar býráð?


Umboðini fyri Tjóðveldið í Klaksvíkar býráð eru einasti umboð í landinum, ið hava tikið stuðulin aftur til sín egna kommunala samstarvsleiðara - eftir valið.

Vit í býráðsminnilutanum í Klaksvíkar Býráð lata okkum ikki brúka í borgarstjóramálinum fyri at loysa trupulleikarnar millum Tjóðveldið og Nýtt Sjálvstýrið í Klaksvíkar Býráð.

Í gjár sóu vit bæði Javnaðar, og Tjóðveldis borgarstjórar taka sætið á tingi. Einasti borgarstjóri, ið ikki fekk stuðul frá sínum samstarvsfelagum, var borgarstjórin í Klaksvíkar Býráð. Tjóðveldisumboðini í Klaksvíkar býráð ynskja ikki eina borgarliga umboðan úr Norðoyggjum á ting - Meira er ikki í tí søguni.

Vit í minnilutanum, hava síðsta árið verið hildin uttanfyri ávirkan í býráðnum. Tá fíggjarætlanarviðgerðin fyri ári 2015 byrjaði, møttu vit einum ófrávíkiligum kravi um eina ógrundaða skattahækking fyri árið 2015. Við hesum skuldi Fólkaflokkurin haldast uttanfyri fyri einhvønn prís.

Hendan útihýsan var ein beinleiðis avleiðing av, at vit í Fólkaflokkinum, í stóran mun, settu okkara fingramerkir á fíggjarætlanina fyri árið 2014. Borgararnir í Klaksvík fingu skattalætta, barnafrádrátturin bleiv hækkaður, eins og vit saman við meirilutanum stóðu saman um lættar í barnaansingarskipanini. Vit í Fólkaflokkinum fingu eisini boygt meirilutan til at styrkja systkinaavslátturin í barnaansingarskipanini. Hesi borgarligu fingramerki hóvaðu ikki meirilutanum.

Eftir stórt trýst frá okkum í minnilutanum, hevur meirilutin nú givið seg og hevur boða frá, at skatturin verður lækkaður komandi ár

Borgarstjórin í Klaksvíkar býráð hevur í verandi setu valt vinstravenda samstarvið í býráðnum. Borgarstjórin hevur ferð eftir ferð upplýst almenningin um góða samstarvið í býráðsmeirilutanum. Við hesum hevur borgarstjórin lyft vinstravendu flokkarnar í Klaksvík. Tað er okkara greiða fatan, at borgarstjórin, Jógvan Skorheim eigur at venda sær til sín egna meiriluta í býráðnum, ella teir flokkar, ið hann ynskir at virka saman við í býráðnum, tá hann ynskir undirtøku til at virka bæði sum borgarstjóri og løgtingslimur.

Tað er sjónligt, at samstarvið millum Nýtt Sjálvstýrið og Tjóðveldið í Klaksvíkar býráð, ikki stuðlar undir týdningin av, at vit í Norðoyggjum hava so nógv løgtingsumboð sum gjørligt, ið kunnu tala okkara søk.

Samstarvið millum Tjóðveldið og Nýtt Sjálvstýri í Norðoyggjum hevur við hesum víst sítt virði.

Sum sagt, so vilja vit 5 í býráðsminnilutanum í Klaksvíkar Býráð ikki lata okkum brúka sum kitt í borgarstjóramálinum fyri at loysa trupulleikarnar millum Tjóðveldið og Nýtt Sjálvstýrið í Klaksvíkar býráð.

Eyðstein Poulsen, býráðslimur, Klaksvíkar Býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder