Tað styttist til valið og valevnir koma við vallyftun og hugskotum av øllum slagi,fleiri áhugaverdum eisini.
Men eitt margháttligt evni er nú komi inn í valstríðið, ið er eitt reint kommunalt mál, tað er byngjuhavnin hjá Tórshavnar Havn. Í ramasta álvara verður skotið upp at flyta byngjuhavnina til Runavíkar og har byggja hana út. Eg havi einki móti Runavík. Har er sera dugnaligt vinnulívsfólk og nógv virksemi.
Men eitt verður gloymt í hesum samanhangi og tað er vinnulívið í suðurøkinum sum er óloysiliga knýtt at høvuðstaðnum við flutningi av farmi - bæði til og frá. Umframt hava tær 12 kommunurnar í suðurøkinum alt sítt samskifti við vørum og tænastum umvegis høvuðstaðin og Tórshavnar Havn.
Eg skal eisini nevna at tað er fyri stóran part limir í Havnar Arbeiðmannafelag, sum seinastu 100 árini hava verði við til at uppbyggja Tórshavnar Havn og alt vinnulív á økinum, sum í dag telur eini 700 ársverk.
Eg fari ongantíð at góðtaka at byngjuhavnin verður flutt. Tað hevði verðið ein vanlukka fyri høðustaðin og alt suðurøki.
Gott val.
Trúgvi Gudmundarson
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald