Politikkur

Byggingin av nýggja húsarhaldsskúlanum nærkast

...

2016-06-22 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klaksvík:Tað gongur eftir ætlan við verkætlanini at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík.

Mánadagin 20. juni 2016 var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, í Húsarhaldsskúla Føroya og hevði ein stuttan fund við Jógvan Skorheim, borgarstjóra, og Jóhonnu á Tjaldrafløtti, leiðaran fyri skúlan, har víðari tilgongdin í verkætlanini varð løgd tilrættis.

Á fundinum varð staðfest, at arbeiðið við byggiverkætlanini gongur eftir ætlan, og væntandi kann farast undir ítøkiliga arbeiðið í 2017.

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at bera helmingin av íløgukostnaðinum, staðsetingin í miðbýnum í Klaksvík er í tráð við miðbýarætlanina har, og nú hava nevnd og leiðsla fyri Húsarhaldsskúla Føroya gjørt avtalu við Klaksvíkar kommunu um at veita byggiserkøna ráðgeving og vegleiðing í sambandi við hesa stóru verkætlan.

??rslit av samstarvi millum land og kommunu
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, er ógvuliga fegin um, at byggingin av nýggja húsarhaldsskúlanum nú nærkast í stórum.

- Henda spennandi verkætlan er eitt úrslit av góðum samstarvi millum Føroya Landsstýri, Klaksvíkar kommunu og eina dugnaliga skúlaleiðslu, og eg síggi fram til, at vit skjótt kunnu seta hesa bygging í gongd.

- Tað er gott, at land og kommunur kunnu standa saman um slíkar verkætlanir, tí saman røkka vit fleiri málum, sum heilt víst gagna Føroyum sum land. Her hevur framtaksthugurin og váðafýsni í lokaløkinum stóran týdning, sigur Rigmor Dam.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder