Politikkur

Bygging av Svimjihøll í Runavík.

...

2016-04-05 13:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Býráðið setti pening av á fíggjarætlanini fyri 2016 til fyrireiking til bygging av svimjihøll og hevur eisini hetta við á langtíðarløguætlanini, serliga í 2018 og 2019.


Umsitingin hevur gjørt ymiskar kanningar og meta Tekniska deild og Mentanardeildin, at royndirnar við byggingini av Bylgjuni eydnaðust so mikið væl, at mælt verður til at brúka áleið sama leist til svimjihøllina.

-Mentanarnevndin mælir til, at farið verður undir tilgongdina til byggiverkætlanina við at gera byggiskrá og møguliga hugskotskapping.

-Býráðið hevur á fundi 31/03-2016 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini, tað sigur Jonhard Danielsen býráðslimur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder