Vinna

Byggiharrasamtakið sett samskipara

...

2016-03-14 17:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

LV.fo skrivar:

STARVSSETAN: Felagið fyri yrkisbyggiharrar í Føroyum hevur nú sett samskipara í starv, hvørs endamál er at mynda arbeiðið hjá felagnum í størri mun, eins og at gera strategiskar ætlanir fyri virksemið. Tað er 34 ára gamla Marjun Olsen Lützen úr Klaksvík, ið tekur við starvinum sum samskipari í Byggiharrasamtaki Føroya 1. apríl.

Stóra byggivirksemið í Føroyum í hesum árum hevur fingið Byggiharrasamtak Føroya at brynja seg til nýggja veruleikan og seta í starv ein samskipara, sum skal mynda arbeiðið hjá samtakinum og gera strategiskar ætlanir fyri virksemið. Serliga við atliti til byggiverkætlanir innan tað almenna, sum í løtuni mynda byggivirksemið í Føroyum. Tí hava limirnir í Byggiharrasamtaki Føroya gjørt av at víðka um virksemið hjá samtakinum við tí fyri eyga at geva eitt betri íkast til menningina av bygging í Føroyum.

Í starvið sum samskipari er sett 34 ára gamla Marjun Olsen Lützen, ið er ættað úr Klaksvík og útbúgvin cand. mag. í altjóða viðurskiftum og alheimsgerð frá Aalborg Universiteti. Seinastu tvey árini hevur Marjun verið skrivari og fulltrúi á Sendistovu Føroya í Brússel, eins og hon hevur starvast í Skiftirættinum á Dómaraskrivstovuni í Havn.

- Samskiparin skal mynda felagið fakliga og leggja upp til at loysa avbjóðingarnar í felag, eins og fáa røkt áhugamálini hjá byggiharrunum í Føroyum. Sum samtak skulu vit somuleiðis vera ein felags rødd mótvegis byggivinnuni, ráðgevum og samfelagnum annars. Vit hava somu avbjóðingar og vilja loysa hesar í felag, eins og vit vilja geva eitt betri íkast til áhaldandi menning av bygging í Føroyum, sigur Ewald Kjølbro, formaður í Byggiharrasamtaki Føroya.

Formaðurin vísir á, at felagið eigur at ganga á odda fyri menning í byggivinnuni, og somuleiðis tillaga byggihættirnar og syrgja fyri, at nýggj og neyðug tøkni verður tikin inn í føroyska byggivinnu, so hvørt hon kemur fram. Eisini skal Byggiharrasamtakið slóða vegin fyri almenna byggipolitikkinum.

Í Byggiharrasamtaki Føroya eru í løtuni níggju limir, sum telja Landsverk, SEV, Bústaðir, Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar- Fuglafjarðar- og Eystur- kommunur.

Nevndin fyri Byggiharrasamtak Føroya er mannað soleiðis: Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, formaður, Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, næstformaður, og hinir nevndarlimirnir eru Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, Karl Jakob ??sá, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu, Eyðun Petersen, tekniskur stjóri í Runavíkar kommunu, Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Bústaðir, og Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- & Sandoyartunlar.

Marjun Olsen Lützen tekur við starvinum 1. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder