Politikkur

Bygg har tað er bíligt at byggja

...

2016-07-26 21:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv verður í hesum døgum tosað um at leigubústaðir í Føroyum eru alt ov dýrir.

Hetta er eisini so, og tilflytingin til Føroya seinastu tíðina hevur lagt eyka nógv trýst á bústaðarmarknaðin, við høgum leigu- og byggikostnaði sum avleiðing.

Føroya Bústaðarfelag fær toyggið tí at Bústaðir ikki klárar at nøkta tørvin. Men hetta mál er ikki so einkult.

Bústaðir hevur ongan møguleika at nøkta alla framtíðarbygging í Føroyum.

Hinvegin eigur kanónin heldur at venda ímóti føroysku peningastovnunum sum hava ein fullkomuliga skeiklaðan útlánspolitikk, tá tað kemur til leigu- og bústaðarbygging.

Alt snýr seg um at byggja so nógv sum gjørligt omaná hvørjum øðrum í Havn, sjálvt um prísirnir á grundøkinum er hálva til heila millión dýrari enn úti á bygd. Hetta verður gjørt, tí at "tørvurin" er so lokalur í Havn.

Tá man byggir bústaðir í einum staði, har dýrt er at byggja bústaðir, ja so ber ikki til at fáa bíligar bústaðir.

Her mugu Bústaðir og peningarstovnarnir saðla um av álvara.

Tað verður aldrin bíligt at byggja í Havn.

Heldur eiga Bústaðir og Peningastovnarnir at royna at flyta "tørvin" úr Havn.

Størri krøv eitt nú Bústaðir setir til byggingina, við bjálving, dimensionering, ventilatión, hitaverk, design o.a, dýrari verður byggingin. Tað ber til at byggja bæði orkulætt og gott, uttan at bústaðir skula verða hermetriskt lukkaðir.

Fakta er tað í dag, at bankarnir heldur vilja læna einum einsamøllum persóni 1,5-2 mió kr í Havn, enn 4-500000 kr á bygd. Somuleiðis verða sera órímuligar treytir settar til eginfígging av vinnuligum verkætlanum á bygd, sum kundu útvega bíligar bústaðir.

Hetta er veruligu trupulleikin ið er atvoldin til alla bústaðarneyðina, og til alla sentraliseringina ið vit síggja í dag.

Bankarnir liva í dag sítt egna lív fullkomiliga, og vísa als onki samfelagssinni, hóast landið eigur stóran part av tí eina stóra bankanum.

So um Landsstýriskvinnan Kristina Háfoss veruliga ynskir at gera nakað fyri at fáa fleiri bíligar bústaðir, er ikki øll loysnin at harta Bústaðir. Landsstýriskvinnan má eisini taka í oyruni á bankunum, og fáa teir at innsíggja sín lut sum mennari av hesum landi.

At byggja í Havn verður ongantíð bíligt, óansæð hvussu man vendir og snarar sær. Vil man hava bíligar bústaðarloysnir, so má man byggja har tað er bíligt at byggja.

"Tørvurin" skal nokk koma har ið tað ber til at liva fyri ein sámuligan kostnað.

Brandur Sandoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder