JN

Bygdaskeltir býtt um í nátt

...

2015-05-12 17:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SKÁLKABRAGD: Nógv, sum hava koyrt á Skálafjørðinum og móti Rituvík í morgun, hava ivaleyst lagt til merkis, at tað stóð Rituvík á bygdaskeltinum oman móti Søldarfirði sunnanifrá, og at Søldarfjørður stóð á skeltitinum, tá koyrt varð til Rituvíkar.

Nú er helst ov nógv gjørt av at kalla hetta fyri herverk, tí skeltini eru heil. Heldur er talan um eitt skálkabragd, sum onkur hevur funnið fragd í at fremja. Hinvegin hava tann ella tey, sum hava framt hetta, veruliga gjørt sær ómak. Tað eri kki heilt einfalt og tekur tíð at skrúva skeltini av og á og fáa býtt tey um.

Bygdaskeltini standa nú aftur á røttum støðum, so nú nevnist Rituvík aftur fyri Rituvík og Søldarfjørður fyri Søldarfjørð.

Annars hendir tíverri við jøvnum millumbilum, at ognirnar hjá landinum á infrakervinum eru fyri herverki. Ikki endiliga skeltini, men serliga busskýlini ikki fáa frið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder