JN

Bygdaleiðir koyra ikki fyribils

...

2015-01-12 16:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Strandferðslan hevur nú avlýst allari busskoyring hjá Bygdaleiðum.

Jens Petur Brattalíð ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins upplýsti í útvarpinum fyri løtu síðani, at øll busskoyring nú verður avlýst, tað skrivar portal.fo.

Hann brast knappliga á við stormi í Suðuroynni um hálvgun tíggju tíðina, og stormurin væntast at raka allar oyggjarnar um stutta tíð. Tí tekur Strandferðslan tó ongi óráð og avlýsir allar bussruturnar fyribils.

Enn er tað bara Smyril, sum hevur avlýst sýnar ferðir, men væntast kann at hini strandfaraskipini eisini fara av avlýsa sínar ferðir seinni í dag, skrivar portal.fo at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder