Bussleiðin í Tórshavnar kommunu kann av sonnum lýsast sum ein sólskinssøga. Hetta er ein tænasta, sum borgarar í kommununi eru glaðir fyri. At tað so eisini er ókeypis at ferðast við hesum bussum, ger søguna ikki verri.
Siðvenja hevur verið, at broytingar, sum kosta pengar, ikki verða gjørdar í einum sáttmálaskeiði, og hetta hevur eisini verið praksis í hesum valskeiðnum. Tó eru onkrar tillaðingar gjørdar fyri at fáa eina enn betri bussleið, m.a. hevur leið 4 lagt ein túr afturat fyrrapart, soleiðis at skúlanæmingar og onnur í Kollafirði fáa nógv størri gagn av leiðini enn frammanundan.
?? komandi býráðssetu skal avgerð takast um, hvussu bussleiðin í komandi tíðum skal skipast. Her eru vit í Tjóðveldi ikki í iva. Bussleiðin er ein skipast, sum er góð, og sum okkara skattaborgarar eru sera glaðir fyri. Vit vilja skipa so fyri, at bussleiðin gerst enn betri. Bussleiðin skal eisini koyra um vikuskiftið.
Ferðaætlanin fyri bussleiðina er í flest førum góð ??? tí í flestu støðum koyra bussarnir tríggjar ferðir um tíman. Hetta má sigast at vera sera góð tænasta. Men hyggja við eftir leið 4, sum er leiðin til Kollafjarðar, so sær heilt øðrvísi út. Her er als ikki talan um eina ferðaætlan, ið er nøktandi fyrí teir umleið 1000 borgararnar í Tórshavnar kommunu, sum eru í teirri serligu støðu at búgva í útjaðaranum av kommununi. Tað er sjálvandi gott, at fólk í Kollafirði sleppa til Havnar í sambandi við skúla og arbeiði um morgunin og til hús aftur eftir loknan skúla- og arbeiðsdag, men tað er als ikki nøktandi fyri øll onnur, sum eisini hava ørindi í Havn mitt um dagin, at møguleikin fyri at kunna fara til Havnar og koma aftur til Kollafjarðar við býbussinum er so vánaligur, sum hann er nú. Støðan er í veruleikanum tann, at kollfirðingar ikki hava nóg góðan møguleika at brúka Bussleiðina. Hetta rakar t.d. bæði skúlan og stovnar í bygdini, sum ofta mugu leiga buss til Havnar, tá ið tiltøk av ymsum sløgum eru í Havn.
Umframt, at bussleiðin verður brúkt sum ferðasamband millum Kollafjørð og Havnina, so kundi hon eisini verið nógv brúkt í Kollafirði, tí øllum kunnugt, so er langt at ferðast í sjálvari bygdini. Kollafjørður er einasta bygd í Tórshavnar kommunu, ið hevur henda serliga tørvin. Sum nú er, ber næstan ikki til at brúka bussleiðina at ferðast við í bygdini, tí at bussurin koyrir alt ov sjáldan. Tað er tí neyðugt hjá kollfirðingum at brúka bilin, um teir skulu onkur ørindi aðrastaðni í bygdini, og foreldur brúka nógva tíð uppá at koyra børnini til t.d. ítrótt og heinta tey. Hetta sleppa fólk í sjálvum høvuðsstaðnum undan, tí at tey hava møguleika at brúka bussarnar fleiri ferðir um tíman.
Eftir mínari meining er tað ikki í lagi, at fólk í Kollafirði eru fyri so stórum vanbýti í mun til aðrar borgarar í kommununi hvat bussleiðini viðvíkur. Tað er ikki neyðugt, at bussleiðin koyrir tríggjar ferðir um tíman, men hon má koyra so mikið ofta, at til ber hjá fólkinum í bygdini at brúka hana bæði í samband við høvuðsstaðarvitjan og ferðing í bygdini uttan, at allur dagurin fer at bíða eftir næsta bussi.
Kollfirðingar hava ynski um at fáa eina nógv betri bussleið, tá nýggjur sáttmáli verður gjørdur í komandi býráðssetu. Og hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verið valdur.
Jákup Dam, býráðslimur og valevni Tjóðveldsins til Tórhavnar býráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald