2015-06-16 23:06
FSF: Í samband við U21-landsdystin á Svangaskarði mikudagin 17. juni, koyra bussar frá FSF-húsinum í Havn klokkan 15:30.
Mikudagin 17. juni klokkan 17:00 spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2017. Dysturin verður spældur á Svangaskarði á Toftum, og mótstøðuliðið er Aserbadjan.
Í hesum sambandi koyra bussar frá nýggja FSF-húsinum í Havn klokkan 15:30. Kostnaðurin báðar vegir er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.
Atgongumerki til U21-landsdystin millum Føroyar og Aserbadjan, ið einans kosta 50 krónur, kunnu keypast við dyrnar á Svangaskarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald