JN

Bussfyritøkan hjá Á Giljanesi aftur nýggjan buss

...

2016-03-05 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bussfyritøkan Á Giljanesi hevur aftur keypt nýggjan buss, tað er 4. bussurin hjá fyritøkuni.

Hesin er keyptur úr Slovakia, Niels Olgar Joensen, sum eigur og rekur fyritøkuna,hevur sjálvur verið í Slovakia eftir nýggja bussinum, vit tosaðu við Niels fyri løtu síðan, tá var hann staddur á parkeringsplássinum hjá Norrønu í Hirtshals og var klárur at fara umborð. Norrøna verður í Føroyum tíðliga mánamorgunin.

Talan er um ein buss, sum tekur 24 ferðandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder