Hagstova Føroya og Búskaparráðið hava í felag mett um búskaparligu gongdina í Føroyum og útlitini komandi árið. Metingin er framhald av uppgjørdum tjóðarroknskapi hjá Hagtovuni til og við 2013, tískil verður 2014 eisini framroknað í búskaparmyndlinum. Fyri árini 2014 til 2016 verður framroknaður vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni (í ársins prísum) á ávikavist 5,9%, 6,4% og 2,8%. Vøksturin fyri lønarútgjaldingarnar verður fyri somu ár framroknaður til ávikavist 5,1%, 6,8% og 2,9%.
(trýst á talvur og mynd, so tær gerast størri)
Av samlaða vøkstrinum í bruttotjóðarúrtøkuni í 2015 á 6,4%, stava 3,6% og 0,5% frá vøkstri í nýtslu hjá ávikavist privatum húsarhaldum og almenna geiranum (t.e. land og kommunur). Innlendsku privatu íløgurnar, t.e. íløgur, ið stava frá frá innlendskari framleiðslu, verða mettar at verða vaksandi og geva í tíðarskeiðinum týðandi ískoyti á 1,8% í ár og 1,4% í 2016. Íløgurnar hjá landi og kommunum verða mettar óbroyttar í ár og næsta ár.
Verður hugt at framleiðsluni (sí mynd niðanfyri) vísir framrokningin m.a., at allir vinnubólkar hava, eins og undanfarnu tvey árini, positivt ískoyti til samlaða vøksturin í ár og komandi ár. Í 2015 er tað serliga fiskiveiðan, ið gevur størsta ískoyti til vøksturin, meðan størri partur kemur frá privatum tænastuvinnum í 2016, t.v.s. tann lutfalsliga stóri vøksturin innan tilfeingisvinnur væntast av hæsa av í 2016.
Tølini í framrokningini eru at finna í hagtalsgrunninum og frágreðingin hjá Búskaparráðnum kann heintast her
Stutt um framrokningina í Búskaparmyndlinum hesaferð
Metingin er gjørd við støði í stutttíðar búskaparmyndlinum hjá Hagstovu Føroya fyri tey ár, ið enn ikki eru uppgjørd í tjóðarroknskapinum. Hesaferð fevnir metingin um árini 2014, 2015 og 2016. Talan er í høvuðsheitum um eina endurmeting av fortreytum til framrokningina fyri hálvum ári síðan.
Grundarlagið til framrokningar í búskaparmyndlinum eru ymsar útgávur av tjóðarroknskaparuppgerðum hjá Hagstovuni. Til hesa framrokningina fyriliggur endaligur avstemmaður tjóðarroknskapur til og við 2009, umframt uppgerð av konti fyri framleiðslu og inntøkuskapan, býtt á geirar og vinnugreinar til og við 2013.
Framrokningar fyri árini 2014, 2015 og 2016 eru grundaðar á fortreytir viðvíkjandi øllum konti í tjóðarroknskapinum, men ávísar konti eru ikki uppgjørdar seinnu árini. Sostatt verður mett um ávísar partar av tjóðarroknskapinum frá 2010, m.a. býtið av uppruna inntøkuni, nýtslu og íløgur fyri ymsu geirarnar í búskapinum. Greiningararbeiðið og metingar fevna sostatt ikki einans um framtíðarútlit, men lagt verður upp fyri ókendum søguligum viðurskiftum eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald