Politikkur

Búskaparligu útlitini fyri 2014, 2015 og 2016

...

2015-03-07 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstova Føroya og Búskaparráðið hava í felag mett um búskaparligu gongdina í Føroyum í 2014 og útlitini næstu 2 árini. Fyri árini 2014 til 2016 verður framroknaður vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum á ávikavist 4,1%, 2,5% og 2,2%. Vøksturin fyri lønarútgjaldingarnar verður fyri somu ár framroknaður til ávikavist 3,7%, 2,5% og 2,3%.

(trýst á talvur og myndir, so tær gerast størri)

Í talvu 2 niðanfyri sæst millum annað, at av samlaða væntaða vøkstrinum í ár í bruttotjóðarúrtøkuni á 2,5%, stava 2,1% frá vøkstri í nýtslu hjá privatum húsarhaldum og 0,6% frá vøkstri í nýtslu hjá almenna geiranum (t.e. land og kommunur). Innlendsku privatu íløgurnar, t.e. íløgur, ið stava frá innlendskari framleiðslu, verða mettar at verða vaksandi og geva í tíðarskeiðinum týðandi ískoyti til vøksturin. Íløgurnar hjá landi og kommunum verða mettar óbroyttar í ár og næsta ár.

Verður hugt at framleiðsluni (mynd 1) vísir framrokningin millum annað, at allir vinnubólkar hava positivt ískoyti til samlaða vøksturin í ár og komandi ár, tó er tað serliga privatu tænastuvinnurnar (serliga byggivinnan), sum standa fyri størsta ískoytinum til vøksturin í virðisøkingini tilsamans. Mett verður, at tann lutfalsliga stóri vøksturin innan tilfeingisvinnur árini 2013 og 2014  hæsar av á hesum sinni.

Í mynd 2 er gongdin í virðisøkingini býtt á 4 høvuðsvinnubólkar síðan 1998 víst, og millum annað sæst, at sveiggini eru størst í tilfeingisvinnunum, og at privatu tænastuvinnurnar, sum høvdu eina afturgongd í 2008 og 2009, væntandi standa fyri størstu framgongdini.

Í mynd 3 sæst lutfalsliga býti av virðisøkingini á høvuðsvinnubólkar í sama tíðarskeiði, og yvirskipað er ein tendensur, at alsamt størri partur av framleiðsluni stavar frá tænastuvinnum og minni partur frá framleiðslu- og tilfeingisvinnum.

Tølini í framrokningini eru at finna í hagtalsgrunninum og frágreðingin hjá Búskaparráðnum heintast her

Stutt um framrokningina í Búskaparmyndlinum hesaferð
Metingin verður gjørd við støði í stutttíðar búskaparmyndlinum hjá Hagstovu Føroya fyri tey ár, ið enn ikki eru uppgjørd í tjóðarroknskapinum. Metingin hesaferð er endurmeting av framrokning frá september í fjør, umframt at mett verður um útlit fyri 2016 fyri fyrstu ferð.

Grundarlagið til framrokningar í búskaparmyndlinum eru ymsar útgávur av tjóðarroknskaparuppgerðum hjá Hagstovuni. Til hesa framrokningina fyriliggur endaligur avstemmaður tjóðarroknskapur til og við 2009, umframt uppgerð av konti fyri framleiðslu og inntøkuskapan, býtt á geirar og vinnugreinar til og við 2013.

Framrokningar fyri árini 2014, 2015 og 2016 eru grundaðar á fortreytir viðvíkjandi øllum konti í tjóðarroknskapinum, men ávísar konti eru ikki uppgjørdar seinnu árini. Sostatt verður mett um ávísar partar av tjóðarroknskapinum frá 2010, m.a. býtið av uppruna inntøkuni, nýtslu og íløgur fyri ymsu geirarnar í búskapinum. Greiningararbeiðið og metingar fevna sostatt ikki einans um framtíðarútlit, men lagt verður upp fyri ókendum søguligum viðurskiftum eisini.


Kelda: Hagstovan.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder