Vinna

Búskaparligi vøksturin sæst aftur í smásøluni

...

2016-12-22 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vísitølini fyri Búnýti og innbúgv og Klædnavørur og fótbúna vísa týðilig tekin um, at samfelagið er í eini tíð við búskaparligum vøkstri.

Tann búskaparliga framgongdin, sum hevur verið tey seinastu árini, sæst nú eisini aftur í smásølu-vísitalinum. Tað er serliga í bólkunum Klædnavørur og fótbúnaður og Búnýti og  innbúgv, at greiðar ábendingar eru um hesa framgongd.

Við at greina trendin í vísitølunum kunnu vit síggja, hvussi gongdin hevur verið yvir tíð. Av tí at umsetningur er eitt úrslit av prísi faldað við mongd, kan vísitalið fyri vørumongdina  liggja omanfyri, niðanfyri ella ájavnt við gongdina í leypandi prísum.

Trendin fyri búnýti og innbúgv er nú komið uppá sama støði sum 2006 - 2008, og hevur gongdin verið vaksandi síðani miðskeiðis í 2010. Umsetningurin er vaksin støðugt, hóast ein prísminking hevur verið á Búnýti og innbúgvi síðani 2006. Við atliti til trendin kann roknast við at viðrákið heldur fram eina tíð enn.

Fyri Klædnavørur og fótbúnað er gongdin tann sama, hóast trendin ikki heilt er komin uppá sama støði sum í 2006.

Síðani 2012 hevur hesin bólkur havt skiftivís framgongd og afturgongd. Hvør orsøkin er, ber ikki til at siga, men fyri tíðarskeiðið 2012 ??? 2016 er trendin vaksandi. Um rákið heldur fram, er sera torført at siga nakað um.

Trendin fyri Mat og alkoholfríðar drykkjuvørur í leypandi prísum hevur verið støðugt hækkandi síðani 2012. Í hesum sama tíðarskeiðið hevur gongdin í føstum prísum eisini hækka støðugt. Tó er ein vaksandi munur at síggja millum hesi bæði vísitølini. Ein munur sum sannlíkt stendst av, at húsarhaldini ikki brúka meiri enn tað sama til mat og drekka.

Hesin munur var 22,1 procentstig  í 1. ársfj. 2012 og 28,5 procentstig 3. Ársfj. 2016. Vísitalið fyri leypandi prísir vaks við 20,8 procentstig í hesum sama tíðarskeiði og í føstum prísum við 14,4 procentstig.

Myndin niðanfyri vísir okkum prísgongdina í teimum trimum vørubólkunum  og sæst, at hon er sera ymisk frá einum bólki til annan.


Fleiri tøl fyri smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder