Politikkur

Búskaparliga haldførið ??? eitt skot fyri bógvin í fullveldissamgonguni

...

2015-06-15 02:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Inntøkurnar hjá Landskassanum eru grundarlagið undir einum støðugum samfelagsbúskapi og framhaldandi vælferð. Ein týðandi partur av hesum inntøkum er Ríkisveitingin úr Danmark, sum er gjald fyri felagsmálsøkini (heilsuverk, fólkapensiónir og serforsorg).

Haldførið í føroyska búskapinum fekk eitt skot fyri bógvin í 2002, tá fullveldissamgongan, mest sum yvir nátt, valdi at yvirtaka tvey stór felagsmálsøki (fólkaskúli og forsorg) við teirri avleiðing, at inntøkur landskassans minkaðu í einum høggi við 365 mió.kr. (1 mió.kr. um dagin).

Hesar yvirtøkur vóru gjørdar í stórum fíggjarligum ábyrgdaroysi, tí eingin landskassainntøka varð sett ístaðin. Slíkur inntøkumissur hjá landskassanum hevur verið við til at seta vælferðartænasturnar undir trýst, og hevur rakt meint hjá teimum, sum á ein og annan hátt hava brúk fyri almennum tænastum.

Búskaparliga støðan í føroyska samfelagnum í løtuni er góð, serliga grunda á uppsjóvar- og alivinnuna. Men umstøðurnar og fortreytirnar í einari tilfeingisvinnu kunnu broytast skjótt hvønn vegin, tað hevur søgan lært okkum.

Av teirri orsøk er tað ikki rætt at eksperimentera við lagnuni hjá føroya fólki, heldur ikki í góðum tíðum, við t.d. at fremja yvirtøkur og skerja Ríkisveitingina enn meira. Slíkt kann gerast ein vanlukka fyri tað búskaparliga haldførið og vælferðarsamfelagið Føroyar.

Tað er bara Sambandsflokkurin, sum 100% gongur inn fyri at útvikla og styrkja Ríkisfelagsskapin - aðrir flokkar vilja entin fastfrysta ella avtaka felagsskapin.

Vel tað búskaparliga trygga og vel Sambandsflokkin.

Tín atkvøða ger stóran mun.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna

Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder