Vinna

Búnaðarstovan: Skrásetingar av ærsvektum undan lembing

...

2016-04-21 23:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

SKRÁSETINGAR AV ??RSVEKTUM UNDAN LEMBING

 

Mánadagin 18.04.16 vigaðu vit allar ærnar. Hetta er so nær lembing, ið vit mettu ráðiligt. Orsøkin til hesa viging var at síggja, hvussu nógv ærnar tyngjast undan lembing. Vit vita, at síðstu seks vikurnar undan lembing  veksur fostrið 75% av burðarvektini. Tað sigur okkum samstundis, at júst hesar seks vikurnar hevur ærin mest brúk fyri eyka ískoytisfóðuri, fyri at tryggja at lembingin gongur væl, og at lombini gerast sterk og koma á føtur at súgva skjótast gjørligt, eins og at ærnar  mjólka nógv.

Vit vigaðu seinast 31.03.16, og er munurin hesar knøppu tríggjar vikurnar 6,9 kg í miðal. Áhugavert verður at máta lutfallið millum burð, eftirburð og fosturvatn. Eisini verður forvitnisligt at sammeta vektirnar, tá ærnar verða vigaðar aftur um ein mánað.

 

 

 

Sanniliga gerst skrásetingararbeiðið meiri fullfíggjað fyri hvørja viging, og halda vit fram við hesum arbeiði, fara vit einaferð at kunna gera okkara egnu vegleiðingar og lærubøkur um føroyskan seyð til menning og frama av tí føroyska seyðinum og seyðahaldinum.

Til seinast kann nevnast, at ein av tvílembunum, ið varð vigað 18. apríl, lembdi náttina til tann 20. apríl, og varð síðan vigað uml. 8 tímar aftaná, at hon hevði lembt. Vit skrásettu hesa lembing, sum vit altíð gera, og vigaðu samstundis lombini og eftirburðin.

??rslitið vísir, at vektin á ærini 18. apríl var 58 kg. Tá hon lembdi 20. apríl, fall vektin niður á 47,5 kg., ærin lembdi 2 lomb, og vigaði hvørt av teimum 3350 gr. T.v.s. samlað vekt av lombum var 6700 g (gimburlomb), eftirburðurin vigaði 455 g, hetta gevur í alt 7155 g. Tað merkir sostatt, at tey írestandi 3345 g, ið ærin misti, var fosturvatn. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder