Búnaðarstovan luttekur í tveimum norðurlendskum Northern Periphery and Arctic Programme (NPA) verkætlanum. Ein teirra, NPA verkætlanin ???WatePro???, snýr seg m.a. um fyribyrging av dálking av vøtnum, áum, løkum og sjógvi. Okkara partur í verkætlanini snýr seg í høvuðsheitium um árin á náttúru av taðing.
Í hesum sambandi hevur okkara verkætlanarleiðari Jens Ivan í Gerðinum staðið fyri royndum og skrásetingum av møguligari taðingardálking í Føroyum. Eisini hevur Jens Ivan verið á ráðstevnu bæði í Írlandi og Svøríki í sambandi við verkætlanina. Tann seinasta ráðstevnan var hildin í Svøríki í døgunum 29. november til 1. desember, á hesari ráðstevnu spurdist forvitnislig grein burturúr, og vit eru biðin um at senda hana út til okkara fjølmiðlar fyri at varpa ljós á okkara arbeiði í NPA høpi, sí viðheftugrein og mynd.
Í verkætlanini luttaka
???Savonia University of Applied Sciences, Lead Partner (Finland)
???Geological Survey of Finland (Finland)
???Luleå University of Technology (Svøríki)
???Agricultural University of Iceland (Ísland)
???Lough Neagh Partnership (Norður Írland)
???Agri-Food and Biosciences Institute (Norður Írland)
???Heriot Watt University (Skotland)
???Donegal County Council (Írland)
???Búnaðarstovan (Føroyar)
Til ber at fylgja verkætlanini á Facebook áhttps://www.facebook.com/waterproproject/?fref=tsog áhttp://www.water-pro.eu/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald