Búnaðarstevnan 2016 verður tann 12. november!
Higartil hava verið fyriskipaðar tvær búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014 og januar 2015, og má sigast, at tær sum heild eru sera væl eydnaðar og væl vitjaðar.
Í 2016 verður sami leistur, tó við íkasti frá okkara grannatjóðum. Umframt framhaldandi kunning um landbúnaðarviðurskiftir í Føroyum, fara vit eisini at fáa framløgur frá fólki innan landbúnað í okkara grannatjóðum.
Eisini er ætlanin í ár, at fara meiri beinleiðis til verka, soleiðis at avvarandi mynduleikar greitt melda út, hvat ætlanir eru fyri at menna tann føroyska landbúnaðin.
Ráðstevnan endar somuleiðis við einum pallborðsfundi, har viðkomandi aktørar innan føroyskan landbúnað eru umboðaðir. Fundurin verður skipaður sum ein kjakfundur, har møguligt er hjá fólki í salinum, at seta fram viðkomandi spurningar til pallborðsluttakarnir.
Búnaðarstevnan hevur sína egnu heimasíðu: www.bunadarstevna.fo . Á heimasíðuni sæst ymiskt tilfar frá teim undanfarnu stevnunum.
Umframt nærri kunning um evnir og skrá er øll skráseting viðv. luttøku umvegis heimasíðuna.
Gamla Seglhúsið
Klaksvíksvegur 48
700 Klaksvík
Símun Gullaksen, samskipari.
Tel. 217055
Teldupostur [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald