Tíðindaskriv
Búnaðargrunnurin
fíggjar kanning av mótstøðuføri ímóti ridluskriða
Trupulleikin við ridluskriða
hevur verið kendur í Føroyum í mong ár. Hóast hetta á ongan hátt er
ábyrgdin hjá grunninum vil Búnaðargrunnurin fegin virka við til at bøta um
henda trupulleika. Í samráði við serkøn á økinum er tí avgjørt at taka
stig til, at fíggja eina ílegugreining av mótstøðuførinum móti sjúkuni um alt
landið nú í heyst. Átakið hjá grunninum verður einans framt í 2015 og
verður ikki fíggjað aftur, men vónandi verður hetta eitt átak, sum vinnur
frama, soleiðis at áhugi verður fyri at halda fram komandi árini.
Kanningin verður gjørd á tann
hátt, at mótstøðuførið hjá tveimum brundum úr hvørjum haga verður
ílegugreinað. Avtala er gjørd við um 30 fólk um alt landið, sum koma at
standa fyri at savna blóðroyndirnar saman. Hesi gera avtalu við ábyrgdarfólk
fyri hagarnar hvør í sínum lagi um at gera neyðugu royndirnar.
Blóðroyndir og seyður skulu merkjast, soleiðis at til ber at finna brundin
aftur, tá greiningin er gjørd. Royndirnar verða síðani sendar
rannsóknarstovuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til kanningar.
Í teimum førum, har hagin longu
hevur sent blóðroyndir til greiningar, vil Búnaðargrunnurin rinda hesum høgum
sama gjaldið, sum tað kemur at kosta Búnaðargrunninum at ílegugreina seyð fyri
mótstøðuføri í øðrum høgum.
??rslitini av greiningunum fyri
hesar brundseyðirnar, sum Búnaðargrunnurin kemur at rinda fyri, verða alment
atkomulig. Hóast úrslitini ikki verða tøk áðrenn brundarnir verða sleptir
í heyst, fer kanningin at geva eina ábending um, hvussu standurin viðvíkjandi mótstøðuføri
hjá føroyska seyðinum ímóti ridluskriða í ymsu økjunum í landinum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald