2016-04-04 12:27

Vágatunnilin verður handaður Hendriki Old, landsstýrismanni ársdagin fyri tunnilin tann 10 desember 2016! Tað var greiða niðurstøðan hjá fundarfólkunum, sum var komið saman á fundinum í Skúlanum á Giljanesi mikukvøldið 29 mars.
Tað er øllum greitt, at tá lánið sum er goldið við brúkaragjøldum, er goldið, er tunnilin ein partur av landsvegakervinum sum vit allir føroyingar eru við til at gjalda, viðlíkahalda og útbyggja.
Viðmerkingarnar til lógina um p/f Vágatunnilin eru klokkuklárar og kunnu ikki tulkast annarleiðis enn at tað skal vera ókeypis at koyra tá brúkarin hevur gjørt sína skyldu at afturgjalda lánið. Og tí skal avtalan sum landið hevur gjørt við vágafólk og fólkið í Føroyum haldast!
Heitt verður á landsstýrismannin, Landsstýrið og Føroya Løgting um at finna eina skilagóða loysn, so Vágatunnilin, eins og allir landsvegir annars, verða hildnir viðlíka og tryggir. Ein skipan, har vit øll gjalda til undirstøðukervi landsins
Vegna
Politisku feløgini í Vágum og Norðoyggjum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald