Politikkur

Bummgjaldið skal burtur tá lánið er afturgoldið

...

2014-01-10 17:57 Author image
placeholder

Tað var avtalan.

Sum løgtingsmaður var eg við til at arbeiða fyri at gera Vágatunnilin á sinni. Nógv kjak var um bummpeningin tá. Hetta var fyrsti tunnil, íð var gjørdur, har ein skuldi gjalda fyri at koyra ígjøgnum. Tað var púra greitt í løgtinginum, at tá lanið var niðurgoldið, skuldi partafelagið avtakast eins og bummpeningurin.

M.a. tað gjørdi, at fleiri fólk settu búgv í Vágum.

Men nú ætlar Uni Danielsen og møguliga onkur annar at seta ein stoppara fyri einari positivari gongd her vesturi eins og teir ætla at spenna bein fyri økinum norðanvert Leirvíksfjørð. Teirra skaðiliga ætlan má ikki eydnast. Vit mugu hava visiónir og byggja land, eisini vestanfyri og norðanfyri.

Nú verður løgmaður Kaj Leo Johannesen í Sosialinum sagdur at taka undir við at vit skulu halda fram at gjalda. Eg tosaði fyri kortum við løgmann, har hann segði, at hann í einum svarið til Poul Michelsen hevði úttrykt seg óheppið og at bummpeningurin sjálvandi skuldi avtakast tá lánið var niðurgoldið. Hann segði eisini, at politiskt var als ikki meiriluti fyri at krevja bumpeningagjald eftir at lánið var afturgoldið.

Eg velji at trúgva tí í Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði við meg.

Annfinn Kalsberg, var løgmaður tá bæði Vága og Norðoya tunnilin vórðu gjørdir. Hann sigur sum rætt er, at politiska avtalan var, at bummpeningurin fall burtur, tá lánið var afturgoldið. Bæði fyri Vága og Norðoyatunnil.

Tí roknaðu folk við at koma at gjalda í uml 15 ár. Og tað er har vit eru nú. Og so skal gjaldið burtur.

Nógv fólk hava sett bústað í Vágum, júst tí at m.a. bummpeningurin fall burtur um stutta tí.

Tí eru úttalilsini hjá Una Danielsen beinleiðis landsskaðilig við tað at tey eru skaðilig fyri Vágar og Norðoyggjar.

Bergur í Garði,sáli, ið eg tosaði við fleiri ferðir tey árini hann var nevndarformaður, var heilt greiður í síni útsøgn. At hølva lánið niður skjótast gjørligt, so ein slapp av við bummgjaldið.

Uni Danielsen tosar um hvat liggur í teim politisku kortunum. Tað er ikki hansara uppgáva at tosa um politisk kort. Men at gjalda lánið aftur og síðan avtaka partafelagið.

Eitt partafelag, í kostar nógv at reka.

Í mun til at viðlíkahald uppá 13 kr/ mánaða fyri hvønn bil. Tað kann krevjast inn í t.d. vegskatti. Tað gevur 5 milliónir krónur til viðlíkahald av tunli og krevur onga umsiting.

Heilsan

Marjus Dam

Les eisini: Sjálvandi skal bummgjaldið burtur, tá ið lánsgjøldini eru goldin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder