JN

Búmerkjakapping fyri Heimatænastuna í Vágum

...

2015-07-23 03:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur avgjørt at skriva út kapping um búmerki.

Ynski er at lýsa í búmerkinum út frá, trivna, lívsgleði og umsorgan

Uppskotini skulu vera í A4 stødd og kunnu nýtast á brævbjálvum, brævpappírum, heimasíðum v.m.

Uppskotini skulu vera okkum í hendi í afturlatnum brævbjálva, ið er merktur ???Búmerki Heimatænastan í Vágum??? í seinasta lagi 05. August 2015

Navnið á uppskotsstillaranum skal ikki standa á uppskotinum, men leggjast í afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum

Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi kr.5.000.

Starvsfólkini í Heimatænastuni gera eitt tilmæli til uppskot 1, 2 og 3 av øllum innsendu uppskotunum, og stýrið er dómsnevndin

?? stýrinum eru : Sune Jacobsen, stýrisformaður , Rósa Samuelsen næstformaður, Ragnar í Haraldstovu, Albert Ellefsen og Marjus Dam.

Uppskot skulu sendast til:

Heimatænastan í Vágum

Kálvalíðvegur 2

370 Miðvágur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder