JN

Búmerkið hjá Kvívíkar kommunu

...

2015-03-20 20:55 Author image
placeholder

Tað er meira og meira vanligt at kommunur hava búmerki, og nú hevur Kvívíkar kommuna tikið stig til at fáa eitt búmerki.

Kvívíkar kommuna útskrivaði búmerkja kapping, har uppskotini skuldu verða inni 2. mars 2015. Dentur var lagdur á, at í kommununi eru 5 bygdir,
og at búmerkið helst skuldi endurspegla hetta. Eisini er dentur lagdur á, at búmerkið kann nýtast á brævpappíri, heimasíðu og øðrum marknaðarføringstilfari v.m.

Í nevndina til at taka avgerð um hetta blivu vald:
Petra Iversen bygdaráðslimur
Anni Isaksen bygdaráðslimur og formaður í trivnaðarnevndini
Dánjal Petur Müller borgarstjóri
Janus Kampmann grafikari og
Hansina Iversen listakvinna.

Tað komu gott 40 uppskot inn at velja ímillum. Tað gjørdist skjótt greitt, at vit øll vóru samd um vinnara uppskotið. Ikki tí, tað komu sera nógv góð uppskot inn.
Borgarstjórin takkar øllum, sum vóru við í kappingini.
Vinnarin hevur fingið íblástur úr Týsklandi, hagani hann er ættaður. Hann hevur lisið um Kvívíkar kommunu og fingið hugskot úr tí, hann hevur lisið.

Vinnarin eitur Robert Gutke. Hann býr á Eiði, har kona hansara er ættað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder