Politikkur

Bulurin í bústaðartrupulleikanum

...

2018-05-21 19:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

At stórur mangul er á okkara bústaðarmarknaði, og serliga tá ið tað kemur til leigubústaðir, er eingin loyna. Ung lesandi vilja heldur leiga enn at eiga, og eldri vilja fegin sleppa úr teirra stóru húsum og til okkurt minni. Nógv vilja vera við til at loysa hendan trupulleikan: Bústaðir, kommunurnar og tey privatu ??? tey einastu, sum ikki vilja spæla við, er landsstýrið.

Bústaðir er í ein vissan mun byrjað at basa trupulleikanum, og eru eisini í gongd við at byggja fleiri íbúðir. Men stjórin í Bústøðum hevur fleiri ferðir víst á, at Bústaðir klárar ikki einsamalt at loysa hendan ovurhonds stóra trupulleikan, og vísir á, at aðrir aktørar mugu á banan.

Privatir aktørar eru byrjaðir at byggja; eitt nú hevur fyritøkan MARK longu bygt 38 leiguíbúðir, og Betri Samtakið fer nú eisini undir at byggja leigubúðstaðir. Men privati ídnaðurin hevur víst á, at Bústaðir hevur munandi betri kappingarstøðu, og ger hetta tað sjálvandi lítið lokkandi hjá teimum privatu.

Eitt av tingunum, ið gevur Bústøðum eina betri kappingarstøðu er, at søla hjá kommunum til Bústaðir ???kann javnsetast við sølu av kommunalari fastogn til landsmyndugleikar.??? Hetta framkemur í eini avgerð hjá Innlendismálaráðnum frá 2013. Eisini framkemur, um metingina av søluprísi, at: ???Tá kommunan ger eina slíka meting, hevur hon eitt ávíst rásarúm.???

Hetta vil siga, at kommunur kunnu bjóða Bústøðum bílig grundstykkir uttan at bjóða tey alment út.

Tó sær tað út sum, at kommunurnar vilja veita privatum somu treytir sum Bústøðum. Hetta sæst í nýggja bústaðarpolitikkinum hjá Tórshavnar Kommunu, har skrivað stendur:

??????Kommunan ynskir at arbeiða fyri, at privata vinnan fær líknandi treytir viðvíkjandi atgongd til kommunalt lendi sum Bústaðir, tá tað snýr seg um at byggja leigubústaðir.??? - Og vísir síðani beinleiðis til kunngerð hjá landsstýrinum.

Men samstundins sum Bústaðir, privatir aktørar og kommunurnar syngja í sama kóri, so velur landsstýrið at syngja ein heilt annan tóna. Landsstýrið velur at senda greið tekin um, at tey ikki vilja hava privatar á marknaðin og tvíhalda um, at Bústaðir er einasta loysnin, eins og núverandi bústaðarpolitikkurin hjá landinum frá 2013 leggur upp til.

Eitt stórt stig fram ímóti at loysa bústaðartrupulleikan, er sera einfalt.
Stigið verður tikið við, at landið kemur uppí sum ein viðspælari heldur enn ein mótspælari, og orðar ein nýggjan bústaðarpolitikk, sum bjóðar privatum vælkomnum og gongur ynskinum hjá kommununum á møti við at broyta landsins reglar, og harvið geva privatum somu treytir sum Bústøðum.

Okkara ungu, okkara eldru, ja, allar Føroyar hava uppiborið, at landsmynduleikin er ein viðspælari heldur enn ein mótspælari at tryggja ein betri bústaðarmarknað.

Vegna Huxa

Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder