2015-12-16 04:56
BUBU letur ídag úr hondum nýggjasta videolagið: jólatíð.
Sangurin
snýr seg um jólini, ið nú stunda til - og eru upptøkurnar gjørdar í
viðarlundini í Kunoy og rundan um Eggjarstein, ið er í viðarlundini.
BUBU
syngur og spákar runt, ímeðan hann singur og eisini eru nakrir ungir
tónleikarar við og ein partur av barnakórinum í Kfum & Kfuk í Klaksvík.
Sangurin
hevur verði spældur á ymiskum rásum, umframt at hann liggur á Itunes, saman við
øllum hinum BUBU sangunum.
Youtube
rásin hjá BUBU má sigast vera sera viðkomandi fyri føroysk børn - tí eftir at
hon bleiv løgd út, í mai 2014, so hava fleiri enn 700.000 vitja og kaga at
søgum, adventsløtum og sangunum - ið har eru at finna.
Nú
ber so til at síggja og hoyra: Jólatíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald