Politikkur

Brýrnar á Steigarbrekku verða styrktar

...

2016-03-22 08:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sandavágur:Í nógv ár, hevur eitt forboð fyri tungari ferðslu verið galdandi á Steigarbrekku í Sandavági. Hetta tí brýrnar eru ov veikar til tunga ferðslu.

Í sambandi við, at Vága kommuna í næstum fer undir eina sethúsaútstykking við Stóraklett í Sandavági, har íbindingin verður gjørd úr Steigarbrekku, verða brýrnar styrktar.

Hetta verður gjørt við at undirstyðja brýrnar við stáli. Í dag kom betongið til fundamentini. Arbeiðsfólk hjá Vága kommunu gera arbeiðið.

Arbeiðið at gera økið við Stóraklett byggibúgvið, byrjar væntandi seinnu helvt av apríl, tað skrivar Vága kommuna á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder