2016-03-05 19:53
Í gjár fór bruttolandsliðshópurin í badminton til Danmarkar, Odense at luttaka í OBK classic.
OBK classic er ein av stóru kappingunum í Danmark. So spennandi verður at fylgja við, hvussu tað fer at gangast føroysku leikarunum.
Kappast verður í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.
Við á ferðini eru leikarar úr heimligu kappingini, umframt tey, sum lesa og búgva í Danmark.
Hetta er samstundis fyrireiking til EM fyri lið, sum verður í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald