JN

Brundseyðirnir eru rættuliga mótstøðuførir

...

2016-05-16 08:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stýrið fyri Búnaðargrunnurin avgjørdi á heysti 2015, at gera eina landsumfatandi kanning av mótstøðuførinum hjá seyði ímóti ridluskriða.

Kanningin er nú liðug og úrslitini fyriliggja. Tó skal nevnast, at nakrir hagar ikki eru við í kanningini og orsøkirnar til hetta eru ymiskar:

  • Møguleiki var ikki fyri at fáa samband við hagaumboðini
  • Onkrir hagar, sum sjálvir hava tikið royndir, hava ikki sent úrslitini inn til grunnin
  • At brundar longu vóru sleptir í hagan
  • At hagin ikki hevur brundar
  • Summir høvdu ongan áhuga at vera við í kanningini

 

Stýrið samtykti at gjalda fyri tvær blóðroyndir, t.e. tveir brundar pr. haga. Hagi er fyri Búnaðargrunnin at rokna sum eitt hagamatrikulnummar. T.v.s. at um eigarar/festarar í einum haga ??? bert eftir avtalu sínámillum ??? hava býtt hagan sundur í smærri eindir, so verður ein sovorðin hagi kortini roknaður sum ein hagi.

Hagar, sum hava sent kanningarúrslit inn til grunnin, fáa peningin ein av nærmastu døgunum.

Hava hagaumboðini tikið fleiri royndir enn tær tvær, sum omanfyri nevnt, fáa hesir hagar rokning fyri hesar.

Sum kunnugt var upprunaliga endamálið at fáa eina støðumynd av, hvussu støðan viðvíkjandi mótstøðuføri ímóti ridluskriða er í landinum. Í hesum sambandi hava vit, viðvíkjandi teimum royndum, sum eru tiknar við í yvirlitið, latið tilvildina ráða, soleiðis at kanningin kann gerast so umboðandi sum gjørligt.

Vit eru sera takksom fyri tann stóra áhuga sýndur hevur verið kanningini og ta góðu móttøku umboðsmenn okkara fingu kring landið. Eisini skulu vit her nýta høvið at takka umboðsmonnunum fyri eitt framúr gott arbeiði.

Kanningarúrslitini úr hvørjum haga sær síggjast á www.bg.fo 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder