Vinna

Brúkarin velur ársins bestu lýsingar

...

2016-01-13 05:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Felagið Føroysk Marknaðarfólk leitar eftir ársins bestu lýsingum, og biður føroyska brúkaran taka avgerðina. Hetta er triðja árið á rað, at felagið heiðrar teimum bestu avrikunum innan føroyska marknaðarføring. Endaliga avgerðin fellur fríggjakvøldið 15. janaur 2016.

Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, verða ársins bestu lýsingar í Føroyum kosnar.

Talan var um fýra ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevur møguleika at atkvøða um á Facebook-síðuni hjá felagnum. Finnast skal ársins besta statiska lýsing, besta dynamiska lýsing, besta marknaðartiltak og besta átak á sosialu miðlunum.

Harumframt letur nevndin í felagnum eitt serligt heraklapp til einstakling, felag ella fyritøku, sum hevur gjørt eitt serstakt ella slóðbrótandi avrik innan føroyska markanðarføring farna árið.

Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið føroyski brúkarin síðan kann atkvøtt um á internetinum. Einasta kravið fyri at vera tilnevndur í kappingini var, at lýsingin hevur verið brúkt ella sædd í Føroyum í 2015.

Flestu stóru fyritøkurnar í Føroyum teljast millum tey tilnevndu í ársins lýsingarkapping. Til ber at atkvøða um ársins bestu lýsingar í Føroyum her: facebook.com/FelagidForoyskMarknadarfolk. Atkvøðast kann fram til hóskvøldið, 14. januar 2016.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder