Vinna

Brúkaraumboðið eigur at kunna ókeypis

...

2015-01-05 21:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sum almenni stovnurin Brúkaraumboðið er, meta vit í felagnum Samskifti, at tað er ein týdningarmikil uppgáva hjá stovninum at kunna vinnu og almenning væl. Kunningin eigur at fevna breitt og, eftir okkara tykki, at vera ókeypis.

Herfyri bjóðaði Brúkaraumboðið til skeið í online marknaðarføring. Tað er at gleðast um, at Brúkaraumboðið ynskir at kunna okkum í samskiftisvinnuni, vinnuni annars og almenningin um hvussu marknaðarføringslógin skal haldast á sosialu miðlunum.

 

Ein av fremstu uppgávunum hjá Brúkaraumboðnum er at upplýsa borgarar, vinnu og almenning annars um ta lóggávu stovnurin fevnir um. Tó undrast felagið á, at ein almennur stovnur selur dýr skeið fyri at upplýsa um eitt øki, sum eigur at vera ókeypis. Samskifti metir ikki, at tað er í lagi, at hesin stovnur skal veita almenna kunning, sum vinnan og borgarin skal rinda pening fyri.

 

Á heimasíðuni hjá brúkaraumboðnum stendur:

 

???Visjónin er, at Brúkaraumboðið er eitt vælvirkandi eftirlit við høgari fakligari góðsku, ið ger sítt til at fáa tilvitaðar brúkarar, ið kunnu keypa á einum einfaldum og tryggum marknaði.???

 

Eisini verður upplýst, at ???Brúkaraumboðið sær kunning og undirvísing sum týðandi part av fyribyrging av møguligum brotum á marknaðarføringslógina. Brúkaraumboðið bjóðar seg tí fram at undirvísa og kunna um marknaðarføringsrætt.???

 

??tfrá hesum heldur felagið Samskifti, at Brúkaraumboðið sum stovnur undir Vinnumálaráðnum, og sum tískil eisini er á fíggjarlógini, eigur at halda seg til hesa kunning og undirvísing, við peningi sum tey longu hava fingið, og ikki leggja eyka byrðar á vinnu og borgarar fyri nakað sum longu er goldið fyri.

Vit síggja í grannalondum okkara, at almennir stovnar skipa fyri líknandi skeiðum fyri eina avmarkaða upphædd, har goldið verður fyri tilfar o.l., men ikki skeið í prísklassanum Brúkaraumboðið nú bjóðar.

 

At skipa fyri slíkum skeiðum, sum hetta vit hava fingið í boðið, kann tykjast at vera ein øðrvísi háttur at útvega sær eyka pening til sítt virksemi. Hetta meta vit ikki er rætt. Samskifti heitir tískil á

Brúkaraumboðið um at skipa fyri góðari kunning, so vinna og borgarar eru væl ílætin til at halda landsins lógir. Hetta eigur í stóran mun at vera ókeypis, tí hetta er longu goldið fyri.

 

Vinaliga
Felagið Samskifti

 

Niels Arge Galán, formaður
Michael Koba, nevndarlimur
Gunvá við Keldu, nevndarlimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder