Frá 2013 til 2014 lækkaði miðalbrúkaraprístalið 1,0 prosent. Størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum eru farnir 7 prosent niður.
Brúkaraprístalið var 119,2 fyrsta og annan ársfjórðing, 119,3 triðja ársfjórðing og 118,7 fjórða ársfjórðing. Í miðal hevur brúkaraprístalið verið 119,1 í 2014 samanborið við 120,3 í 2013. Miðalbrúkaraprístalið er sostatt farið 1,0 prosent niður í 2014. Í 2013 fór miðalbrúkaraprístalið 0,6 prosent niður, meðan tað í 2012 vaks 2,1 prosent og í 2011 2,3 prosent.
Miðalbrúkaraprístalið javnar út hissini prísbroytingar í einstøkum ársfjórðingum við at samanbera miðalprístalið í árinum við miðalprístalið árið fyri.
Størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum eru farnir 7 procent niður. Tað er fyrst og fremst roknaða miðalrentan á íbúðalánum, sum hevur drigið býliskostnaðin niður, hon er lækkað 19,7 prosent. Harumframt er prísurin á brenniolju lækkaður 3,5 prosent.
Prístalið er eisini lækkað í øðrum nýtslubólkum í 2014, klædnavørur og fótbúnaður (-1,4%), ymiskar vørur og tænastur (-1,3%) og samskifti (-0,6%).
Mesti prísvøkstur hevur verið í bólkunum hotel og matveitarar (2,4%), innbúgv, húsbúnaður o.l. (1,3%) og flutningur (1,3%).
Matvøruprísirnir í miðal eru óbroyttir. Mestu broytingarnar eru, at fruktprísirnir eru farnir 4 prosent upp, og kaffi er farið 4,3 prosent niður.
Prístalið er dagført í Hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald