Hagstovan skrivar:
Frá 2014 til 2015 lækkaði miðalbrúkaraprístalið 1,7 prosent. Størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum eru farnir 6,5 prosent niður.
Brúkaraprístalið var 117,2 fyrsta ársfjórðing, 117,7 annan ársfjórðing, 117,0 triðja ársfjórðing og 116,4 fjórða ársfjórðing. Í miðal hevur brúkaraprístalið verið 117,1 í 2015 samanborið við 119,1 í 2014. Miðalbrúkaraprístalið er sostatt farið 1,7 prosent niður í 2015. Í 2014 fór miðalbrúkaraprístalið 1,0 prosent niður og í 2013 0,6 prosent.
Miðalbrúkaraprístalið javnar út hissini prísbroytingar í einstøkum ársfjórðingum við at samanbera miðalprístalið í árinum við miðalprístalið árið fyri.
Størstu ávirkanina á príslækkingina hava býlisprísirnir, sum eru farnir 6,5 procent niður. Tað er fyrst og fremst prísurin á brenniolju, sum hevur drigið býliskostnaðin niður, hann er lækkaður 17,2 prosent. Harumframt er roknaða miðalrentan á íbúðalánum lækkað 10,9 prosent.
Prístalið er eisini lækkað í øðrum nýtslubólkum í 2015, klædnavørur og fótbúnaður (-2,0%), innbúgv, húsbúnaður o.l. (-2,0%), flutningur (-2,1%) og ymiskar vørur og tænastur (-2,9%).
Matvøruprísirnir eru í miðal farnir 0,1 prosent niður.
Mesti prísvøkstur í 2015 hevur verið í bólkinum rúsdrekka og tubbak (1,8%).
Brúkaraprístalið er dagført og útgreinað í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald