
Frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,9 prosent niður.
Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 14,2 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 16,9 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,3 prosent niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir 2,3 prosent, flutningsprísirnir eru farnir 2,2 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 3,0 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum rúsdrekka og tubbak, 2,1 prosent.
Prísirnir í fleiri matvørubólkum eru farnir niður seinasta árið, í miðal eru teir lækkaðir 0,5 prosent.
0,6 prosent niður seinasta ársfjórðingin
Triðja ársfjórðing lækkaði brúkaraprístalið 0,6 prosent samanborið við annan ársfjórðing. Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkunum býli, 2,9 prosent, klædnavørur og fótbúnaður, 0,8 prosent og ymiskar vørur og tænastur, 0,7 prosent. Og mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkunum hotell og matveitarar, 0,4 prosent. Matvøruprísirnir hava so at siga staðið í stað seinasta ársfjórðingin.
Triðja ársfjórðing var brúkaraprístalið 117,0 samanborið við 117,7 annan ársfjórðing.
Dagførdu og útgreinaðu upplýsingarnar um brúkaraprístalið eru at finna í hagtalsgrunninum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald