JN

Brúkaraprístalið er lækkað 1,6 prosent seinasta árið

...

2015-04-16 12:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1,6 prosent.

Tað eru príslækkingar á brennievni, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Í nýtslubólkinum býli er prísurin á brenniolju til húsarhald farin 18,9 prosent niður. Eisini rentan á íbúðalánum er lækkað, og samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,0 prosent niður.

Í nýtslubólkinum flutningur eru prísirnir á brennievni til akfør lækkaðir 16,5 prosent, og samanlagt er flutningskostnaðurin farin 2,1 prosent niður.

Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur eru prísirnir lækkaðir 2,3 prosent, tí barnagarðspláss eru vorðin bíligari. Og prísirnir á innbúgv, húsbúnaður o.l. fóru 1,7 prosent niður.

Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum samskifti, 2,0 prosent. Tað eru postgjøld, sum eru uppfarin.
Prísirnir á mati og drekka - samanlagt - hava so at siga staðið í stað seinasta árið.
 

1,3 prosent niður seinasta ársfjórðingin
Frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1,3 prosent. Og tað eru eisini brennievnisprísirnir, sum hava mestu ávirkanina seinasta ársfjórðingin. Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 13,9 prosent niður og prísurin á brennievni til akfør 13,8 prosent. Prísirnir eru eisini lækkaðir í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur, 2,7 prosent, og í nýtslubólkinum klædnavørur og fótbúnaður, 2,2 prosent.

Mesti prísvøksturin seinasta ársfjórðingin hevur verið í nýtslubólkinum samskifti, sum er hækkað 1,8 prosent.

Brúkaraprístalið er nú 117,2 samanborið við 118,7 fjórða ársfjórðing í 2014.

Kelda: Hagstovan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder