Vinna

Brúkaraprísirnir eru farnir 1,2 prosent upp seinasta árið

...

2019-04-16 06:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan:

Fyrsta ársfjórðing 2019 vóru brúkaraprísirnir 1,2 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni enn fjórða ársfjórðing í fjør, tá árligi prísvøksturin var 1,6 prosent.
Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í flestu høvuðsbólkum. Mesti prísvøkstur hevur verið í bólkinum hotell og matveitarar. Býlisprísirnir eru eisini hækkaðir munandi, og hava saman við prísvøkstri í bólkinum flutningur ávirkað brúkaraprístalið mest. Tað er dýrari orka, sum hevur togað býlisprísirnir upp. Brennioljan til húsarhald er farin 6,9 prosent upp, hóast ein lítil príslækking hevur verið seinasta ársfjórðingin. Og ravmagn er dýrkað 6,6 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 3,7.
Prísirnir í bólkinum flutningur eru eisini farnir 3,7 prosent upp. Fyrsta ársfjórðing var miðalprísurin á akførum hægri enn fyrsta ársfjórðing í fjør. Harafturímóti var ein lækking í prísinum á brennievni til akfør, hóast hann hækkaði meginpartin av árinum í fjør. Men prísfallið fyrsta ársfjórðing í ár var so mikið stórt, at prísurin fór undir prísin fyrsta ársfjórðing í fjør.
Matvøruprísirnir eru farnir 0,3 prosent upp seinasta árið.
Mesta príslækking var í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., 3,2 prosent.

Lítil broyting seinasta ársfjórðingin
Tað hava ikki verið stórar prísbroytingar seinasta ársfjórðingin, og samanlagt lækkaði brúkaraprístalið 0,3 prosent frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár.
Mesta príslækking var í bólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., og mesti prísvøkstur í bólkinum rúsdrekka og tubbak. Matvøruprísirnir fóru 0,2 prosent upp seinasta ársfjórðing.

Brúkaraprístalið fyrsta ársfjórðing var 120,0 samanborið við 120,3 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 118,6.

Dagførd og útgreinaði hagtøl um prístalið eru at finna í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder