JN

Brúk hevur verið fyri Ziska, Brimli, Sverra og Vón seinastu dagarnar

...

2018-02-28 21:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Síðani sunnudagin hevur verið brúk fyri Ziska, Brimli, Sverra og Vón, at hjálpa bátum sum hava havt brúk fyri hjálp.

Sunnudagin skrivaðu vit eina grein um Ziska, les hana her.

Mánadagin var so brúk fyri Brimli, tá ein útróðrarbátur bað um hjálp, útróðrarbáturin var staddur á Norðhavinum tá ið hann fekk trupuleikar. Brimil sleipaði hann til Eiðis.

Í gjár rendi so ein bátur á Skerhólm í Sørvágsfirði, bjargingarbáturin Sverri var sendur at hjálpa bátinum, og sleipaði bátin so aftur til Sørvágs.

Í morgun rendi so ein bátur á land við Áir, báturin var á veg til útróðrar á Norðhavinum. Bjargingarbáturin Vón var boðsendur at fáa bátin av aftur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder