Vinna

Brúk fyri Ziska og Sverra í dag

...

2019-02-28 19:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í dag hevur tað verið brúk fyri teimum báðum bjargingarbátunum Sverra og Ziska.

Beint eftir middagsleitið í dag fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar á Norðhavinum. Ziska fór av Klaksvík klokkan 12:35 við kós á Norðhavið. Ziska var hjá útróðrarbátinum klokkan 13:40 og fór undir at sleipað bátin til Klaksvíkar har teir komu klokkan 16.

Klokkan 14:40 í dag fór Sverri av Miðvági tí ein bátur hevði fingið motortrupuleikar sunnanvert Høgnaboða. Sverri var hjá bátinum klokkan 15:40 og sleipaði hann á Kollafjørð. Klokkan 17 kom Sverri á Kollafjørð við bátinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder