2013-07-11 19:14
Leygardagin í farnu viku var merkisverd løta á markinum millum Hvalvík og Vestmanna, tá tey bæði Rannvá úr Hvalvík og Jákup Oluf úr Vestmanna gingu saman í hjúnarlag.
Veðrið var ikki heilt eftir vild hendan dagin, so pappírini vóru avgreidd á kommunuskrivastovuni á Oyrarbakka, men aftaná gav parið enn eina ferð hvørjum øðrum sítt ja og vígsluringar uppi í Hvalvíkshaganum.
Síðan var farið vestur í Skorastovu, har brúðleypið var hildið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald