3. Í § 1, nr. 3 verður í § 29, stk. 12 ???§ 29,??? strikað.
Viðmerkingar
Hetta broytingaruppskotið byggir á, at semja er gjørd millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin, Miðflokkin og Nýtt Sjálvstýri um ásetingina av fiskidøgum fyri fiskiárið 2016/17.
Flokkarnir eru ymiskir á máli um, hvussu setningurin um at røkka lívfrøðiliga burðardyggum fiskiskapi kann røkkast í verki. Men flokkarnir eru samdir um, at fiskastovnarnir skulu røkjast burðardygt.
Hartil eru flokkarnir samdir um at mæla landsstýrismanninum til at virka fyri, at í samstarvi við Havstovuna og vinnuna kunnu fleiri og regluligar royndir gerast við fiskiskapi undir Føroyum til tess at tryggja enn meiri vitan um vistskipan og ymisku fiskastovnarnar.
Í hesi semjuni verður uppskotið frá landsstýrinum broytt soleiðis:
- Minkingin í fiskidagatalinum hjá bólki 3 og 4 verður sett til 15%, og tillagingarpuljan til 7,5% av samlaða dagatalinum í bólkinum. Fyri bólk 5 verður minkingin sett til 10%.
- Hartil verður eitt uppískoyti gjørt í skipanini við atliti til tey før, ið hava roynt á fjarleiðum og tískil ikki hava troytt so nógvar fiskidagar á Føroyagrunninum. Í atgongdini til eyka fiskidagar, ið er grundað á brúktar fiskidagar í verandi fiskiári, verða dagarnir, sum førini hava roynt á fjarleiðum roknað uppí brúkta talið í lutfallinum 3:1.
Harumframt hava Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen hesar viðmerkingar:
Samgongan hevur sum greiðan politikk at fáa endurreist botnfiskastovnarnar í føroyskum sjóøki og at skipa fiskiskapin í einari umsitingarætlan. Hetta fyri at tryggja grundarlagið undir heimaflotanum.
??tlutingin av fiskidøgum fiskiárið 2016/2017 er fyrsta stigið í hesi umsitingarætlan.
Samgonguflokkarnir fegnast um, at breið semja er gjørd og hava tískil eisini slakað nógv í mun til upprunauppskotið. Vónandi kann grundarlag leggjast undir breiðum semjum um fiskivinnunýskipan frameftir.
Annars verður víst til viðmerkingarnar í álitinum til løgtingsmálið.
Harumframt hava Bjørn Kalsø, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard hesar viðmerkingar:
Við tað, at ongar framtíðar bindingar liggja í semjuni mæla Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Undir viðgerðini av fiskidøgum fyri 2016/17 hava Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin mælt til at taka skipanina við tillutan av eyka døgum ??? buffara - úr uppskotinum hjá samgonguni. Flokkarnir hava eisini mælt til at gera breiða semju um avmarkaðan niðurskurð fyri allar skipabólkar í fiskidøgum. Men hesar royndir hava tíverri ikki borið á mál.
Tí hava somu flokkar valt at vera við í hesum broytingaruppskoti, hvørs endamál er at avmarka negativu avleiðingarnar fyri vinnu og samfelag, ið høvdu staðist av førda fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, um hon helt fast við sínar ætlanir.
Upprunauppskotið hjá landsstýrinum hevði havt við sær ein niðurskurð á 30 % fyri bólkarnar 3, 4B, 4A og 4T við eini tillutan av eyka døgum á 15 %.
Harumframt varð skotið upp at skerja útróðrarbátarnar í bólki 5 við 15 %.
Hóast upprunauppskotið hevði havt ógvusligar og órættvísar avleiðingar fyri flotan, - ikki minst tann partin, sum hevði roynt á fjarleiðum, og sjálvt um upprunauppskotið hevði ført til væl størri veiðutrýst á grunnarnar á innaru leiðum, so valdi samgongan við 2. viðgerð at samtykkja uppskotið við smølum meiriluta, 16 fyri og 15 ímóti.
Hendan serliga og sera óhepna støða hevur gjørt, at partar av andstøðuni hava hildið tað vera neyðugt at gera alt fyri at avmarka avleiðingarnar av upprunauppskotinum.
Hetta er gjørt við at lækka niðurskurðin í fiskidøgum við eini helvt, úr 30 % í 15 %, og við eini nógv lægri tillutan av eyka døgum 7,5 %. Harumframt verður bólkur 5 skorin við 10 % heldur enn 15 %.
Hetta hevur við sær, at flotin ikki verður so meint raktur, og harvið kann halda fram við lønandi vinnuvirksemi næsta fiskiár.
Skipanin við tillutan av eyka fiskidøgum er eisini broytt soleiðis, at skip, sum hava fiskað á fjarleiðum undir Grønlandi ella í altjóða sjógvi, so sum NAFO øki, ikki missa dagar í so stóran mun, sum samgongan ætlaði.
Broytingaruppskotið hevur eisini við sær, at før, ið fáa tillutað eyka dagar í fiskiárinum 2016/17, ikki missa teir aftur í einum komandi fiskiári.
Sjálvt um broytingar nú eru gjørdar til tað betra, so finnast andstøðuumboðini kortini at háttinum, ið samgongan hevur arbeitt eftir í hesum og øðrum málum.
Tað óheppið, at umfatandi broytingar í lógini í um vinnuligan fiskiskap verða lagdar við, tá uppskotið um fiskidagar kemur í Løgtingið á ólavsøku. Orsøkin er, at tað er lógarásett, at fiskidagarnir skulu samtykkjast fyri 18. august. Tað ger, at stundirnar ikki eru nóg góðar at viðgera broytingarnar. Tað kann í ringasta føri hava við sær, at ótilvitaðar og óhepnar avleiðingar kunnu fylgja við broytingunum, - avleiðingar, sum als ikki hava verið viðgjørdar ella umrøddar frammanundan.
Vit skulu minnast til, at talan er um okkara høvuðsvinnu - okkara lívsgrundarlag og fyritreyt fyri okkara vælferðarskipanum ??? skúla-, heilsu-, almannaverki og samferðslu.
Annað, ið funnist verður at, er at samgongan brýtur prinsippið um at lóggeva í fullum gjøgnumskygni - við tað, at fiskiárið 2015/2016 verður nýtt sum grundarlag fyri, hvat skip og bátar kunnu fáa tillutað av eyka døgum komandi árini. Hetta verður gjørt, uttan at vinnan hevur havt møguleika at fyrireika seg, tí eingin visti av hesum frammanundan.
Heldur átti samgongan at arbeitt miðvíst við at gera semju um:
??? framtíðar fiskivinnupolitikkin, sum skal setast í verk í 2018
??? at útvega Føroyum betur marknaðaratgongd, so fleiri arbeiðspláss við virðisøking av fiskatilfeinginum fyri eyga kunnu setast á stovn í Føroyum
??? at gera vakstrarskipanir, sum skulu tryggja mest møguliga virðisøking í okkara høvuðsvinnu, og
??? fyri at verja tosk og hýsu at gera regluligar fiskivinnuroyndir við ymiskum fiskireiðskapi á stongdum leiðum eftir øðrum fiskasløgum, sum eisini kunnu hava eina ávirkan á hýsu- og toskastovnarnar.
Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin vóna, at hendan semja kann virka fyri at skunda undir, at landsstýrið fer til verka.
Sum er liggur allur framtíðar politikkur parkeraður í nevndum av ymiskum slag. Tað ber ikki til í longdini. Politisku flokkarnir mugu sleppa til samráðingarborðið ??? ongantíð ov skjótt. Tí, tess nærri vit koma 2018 uttan at hava avgreitt høvuðslinjurnar í nýggju skipanini, og tess fleiri slík uppskot, ið koma frá landsstýrinum, - tess størri gerst ótryggleikin í vinnuni.
Serligar viðmerkingar
Til nr. 1
Minkingin í fiskidagatalinum hjá bólki 3 og 4 verður sett til 15%, og fyri bólk 5 verður minkingin sett til 10%.
Til nr. 2
Tillagingarpuljan verður 7,5% av samlaða dagatalinum í bólkinum.
Til nr. 3
Teknisk rætting.
Til nr. 4
Stk. 14 verður orðað av nýggjum.
Viðvíkjandi regluni fyri roynd á fjarleiðum:
Uppskotið fevnir um eina broyting í skipanini við felagsdøgum, soleiðis at nýtslan av døgum í fiskidagarárinum 2015/2016, eisini fevnir um dagar á fjarleiðum. Í hesum uppskoti eru fjarleiðir tulkaðar sum í altjóða sjógvi og við Grønland. Veiðan er grundað á kvotur, ið eru ásettar við samráðingum millum Føroya landsstýri og annan part ella bygt á søgulig rættindi.
Við hesi broyting vera felagsdagarnir býttir upp í 2 partar:
??? Felagsdagar, ið vera ásettir við grundarlagi í fiskiskapi við Føroyar.
??? Felagsdagar, ið vera ásettir við grundarlagi í fiskiskapi á fjarleiðum.
Lutfallið millum dagarnar, verður ásett samsvarandi tí lutfalli av døgum, ið brúktir hava verið í føroyskum øki mótvegis brúki á fjarleiðum. Brúkið av døgum á fjarleiðum verður í uppgerðini í hesum uppskoti býtt við 3.
Dømi úr einum ári:
Brúk við Føroyar: 1.400 dagar = 93%
Brúk á fjarleiðum: 100 dagar = 7% (skipini hava verið 300 dagar í sjónum).
Dagar í alt: 1.500 dagar = 100%
Sambært broytingaruppskotinum verður talið av felagsdøgum (sokallaði buffarin) til bólk 3 179 dagar. Av hesum hoyra 167 dagar (93%) til brúk við Føroyar og 12 dagar (7%) til fjarleiðir.
Dømi um útrokning av felagsdøgum; 2 skip:
Skip A hevur brúkt 10% av døgunum við Føroyar og ongan dag á fjarleiðum. Felagsdagar: (167 dagar x 10% + 100 dagar x 0%) = 16,7 dagar.
Skip B hevur brúkt 4% av døgunum við Føroyar og 35% av døgunum á fjarleiðum. Felagsdagar = (167 dagar x 4% + 12 dagar x 35%) = 10,8 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald