Í vikuni varð roknskapurin fyri 2014 hjá Sands kommunu góðkendur av bygdarráðnum.
Sands kommunan hevur í áratíggju verið ein av teimum kommununum í Føroyum, sum hevur verið ringast fyri tá tað kemur til skuld. Stórur dentur hevur tí verið lagdur á at minka um skuldina hjá kommununi.
Tað sum er farið av hesum valskeiðnum og undanfarna valskeið, er nettoskuldin hjá Sands kommunu minkað úr 21,1 mió kr við árslok 2008, niður í 11,7 mió kr við árslok 2014, ella við 9,4 mió kr í 6 ár. Hyggja vit tvinni valskeið longri aftur, so minkaði nettoskuldin úr 33,1 mió kr við árslok í 2000, niður í 21,1 mió kr við árslok 2008, ella við 12 mio kr í 8 ár.
Hetta boðar frá, at farnu valskeiðini er stórur dentur lagdur á at gjalda niður skuld. Hetta hevur eisini verið neyðugt, tí við so stórari lánibyrðu hevur ein sera stórur partur av fíggjarligu orkuni hjá kommununi verið brúkt til at gjalda rentur av ovurstóru lánunum. Hetta hevur serliga havt við sær, at fleiri av neyðugu íløgunum í kommununi hava verið noyddar at bíða, inntil lánibyrðan er komin niður á eitt meiri fíggjarliga haldbært støði.
2014 var eitt av teimum góðu árunum hjá Sands kommunu, har rakstrarúrslitið hjá kommununi gjørdist góðar 2,6 mió kr í avlopi. Góða gongdin hevði við sær at kommunan kom undir eina álíkning í skuld, og hevur tí fingið fíggjarliga frælsi sítt aftur, eftir at hava verið undir eftirliti av Fíggjarmálaráðnum í áravís. Nú ber til hjá kommununi sjálvari at gera av uttan aðra uppíblanding, hvussu kommunan skipar síni fíggjarviðurskifti framyvir. Kommunan hevur avgjørt, at fyri 2015 skulu 1,1 mió kr gjaldast niður av skuldini.
Millumkommunalu samstørvini í oynni eru eisini styrkt peningarliga seinastu tíðina. Sands kommuna skyldaði Sandoyar Skúlasambandi munandi av peningi fyri nøkrum árum síðani, meðan kommunan í dag eigur pening tilgóðar hjá øllum millumkommunalu samstørvunum.
Nógv ár við lítlum fíggjarligum rásarúmi, hava sett síni merki á íløgurnar sum eru neyðugar í eini kommunu. Vit hava tí stórar avbjóðingar fyri framman, og serliga er tað innanfyri kloakkering og asfaltering ið verða stórir fíggjarligir postar nøkur ár framyvir. Kommunan hevur ikki megnað at livað upp til lógarkravdu krøvini innan kloakkering, og tí má kommunan undir hetta arbeiði sum eitt tað fyrsta.
Fólkatalið á Sandi er hækkandi, eftir at hava verið fallandi í fleiri ár, og somuleiðis fara inntøkurnar rættan vegin. Bygdarráðið avgjørdi í fjør, at kommunan skuldi lætta um skattatrýstið og geva teimum sum hava børn í barnagarðinum ein lætta. Hetta hevur higartil ikki havt lægri inntøkur við sær fyri kommununa, meðan kommunan frættir um fleiri sum umhugsa at búseta seg á Sandi.
Slóðað er nú eisini fyri, at fleiri arbeiðspláss verða framyvir í bygdini og oynni sum heild. Alingin hevur eftir tógvið stríð funnið sær vegin í Sandoynna, og eigur hetta at føra við sær meiri persónsskattainntøkur og partafelagsskatt til kommununar, umframt at virksemi á flakavirkjunum í oynni eisini er tengt uppí. Harumframt verður spakin fyrsta dagin settur í fyri nýggja Virknis- og Umlættingardeplinum, sum kemur at hava virksemi fyri fólk úr øllum landinum, og eigur at geva arbeiði til nøkur fólk úr oynni.
Framtíðin á Sandi og Sandoynni sum heild er ljós, og nú tað fíggjarliga ljósnar framman stavn, eiga vit øll at fegnast um góðu gongdina.
Brandur Sandoy, Borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald