Vinna

Broytingar í innsavningini hjá IRF í dag

...

2019-01-30 12:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Allir húsarhaldsposar, ið eiga at verða heintaðir í dag, verða, um tað viðrar, heintaðir í morgin, hósdagin, ístaðin. Talan er um hesar bygdir:

  • Strendur, Innan Glyvur, Skála, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðragøta og Leirvík,
  • Viðareiði, Hvannasund, Depil, Norðdepil, Norðtoftir og Árnafjørður

Eisini verða posarnir í Oyndafirði væntandi heintaðir í morgin, hósdagin.

Ein treyt fyri, at innsavnarar okkara kunnu taka posarnar er, at tað er grivið frammanfyri ruskíløtunum og út til vegin.

Eisini verður heitt á stovnar, fyritøkur, virkir og handlar um at grava frá ruskíløtum út á vegin.

Roknast kann annars við seinkingum og broytingum í innsavningini hjá IRF, meðan hált og kavi er.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder