Politikkur

Broytingar

...

2015-08-24 22:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru ting sum skuldi verið annaleiðis. Kringvarpið har skuldi tvangskravda gjaldi verið avtykið, einskilja kringvarpið, eitt anna sum í míni verð er órættvíst er Vegskattur, hesin skal gjaldast fyri allar bilar, eg prøvaði at skriva vegskattur í google, fann eitt yvirlit Talva a. Kostnaður av ferðsluni 2001, er býtt sundir í 5 partar nevnliga.

1. ??treiðslur hjá tí almanna av allari ferðsluni ( MVG og onnur avgjøld ikki íroknað ) kr 335 mió
2. ??treiðslur borgaranna av ferðsluni. Kr 919 mió.
3. Intøkur Landskassans. Kr 409 mió
4. Landskassans partir av beinleiðis ferðslutrygdartiltøkum. Kr 40 mió.
5. Kostnaðurin av ferðsluvanlukkum. Kr 193 mió
Vit hava nógv valútbúgvi fólk, granska fyri árið í fór 2014 tað er kanska gjørt? Sum nú gjalda ferðafólk sum koyra við fremmandari nr, platu ongan vegskatt, og okkara sjómenn sum nýta veginir bara halva árið gjalda tað sama sum teir í koyra alt árið, her kundi vegskattur verið lagdur á bensin og diesel, so komu tey sum slíta vegirnir gjalda mest, og ferðafólki við bili gjalda við at keypa bensin og diesel.
Onnur krøv. Trygdarskeið og bláa bók. Unglingar sum vilja royna sjógvin fyri fyrstu ferð skuldi ikki verið kravdir at gjalda fyri Trygdarskeið og Bláabók, og sjálvur fekk eg problemir at mynstra við Norskum báti Bláabók var ikki góðtykin í Norra, har skuldi ein onnur læknaváttan til, men bert tann eini læknin í Tórshavn kundi útflýggja slíka læknaváttan, her kundi okkurt verið gjørt góði veljara. Ein sterkur Miðflokkur á ting kundi verið loysnin, gott val

Sigmund Andreasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder