2016-06-29 10:01
Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður hervið kunngjørt, at Vága býráð á fundi tann 20.06.2016 hevur samtykt broytingar til býarplanin og almennu byggisamtyktina fyri kommununa.
Broytingarnar eru umfatandi og viðkoma øllum bygdum í kommununi.
Tilfar, ið lýsir allar broytingar, sum gjørdar eru, er til skjals her á síðuni og á býráðsskrivstovuni í Sandavági í upplatingartíðini í tíðarskeiðnumfrá 29. Juni 2016 til 20. Juli 2016.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi10. august 2016.
Leinkjur til tilfar í hoyring:
Almenna byggisamtyktin fyri Vága kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald